Ársfrágreiðing fyri 2015 latin løgtingsgrannskoðarunum


Tann 05. september 2016

Landsgrannskoðanin hevur latið  løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2015. Ársfrágreiðingin kann takast niður á www.lg.fo.

Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini.

Løgtingsgrannskoðararnir byggja sínar niðurstøður á ársfrágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini. Saman við sínum viðmerkingum leggja løgtingsgrannskoðararnir landsroknskapin sum uppskot til samtyktar fyri Løgtingið.

Innihaldsliga er ársfrágreiðingin býtt eftir greinunum í landsroknskapinum 2015, sum fíggjarlógin er uppsett eftir.

Til ber at tekna seg á www.lg.fo til móttøku av regluligum tíðindabrøvum, sum stovnurin sendir út.