Søgan um Landsgrannskoðanina

Virksemið hjá Løgtingingum broyttist munandi, eftir at Heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948. Meðan Løgtingið higartil bara hevði verið ráðgevandi, fekk tað nú innan karmar í Heimastýrislógini lóggávuvald í yvirtiknum sermálum.

Hetta bar millum annað í sær, at ein grannskoðanarskipan varð sett á stovn. Í skipanini varð ásett, at løgtingsvaldu grannskoðararnir skuldu granska ársroknskapirnar og leggja teir fyri tingið til viðgerðar og samtyktar.

Les søguna um grannskoðanarskipanina her