Joen Magnus Rasmussen valdur til løgtingsgrannskoðara


Tann 23. august 2017

Joen Magnus Rasmussen varð á tingfundinum í morgun valdur til løgtingsgrannskoðara. Joen Magnus umboðar Fólkaflokkin, og er valdur fyri Jørgen Niclasen, sum hevur biðið um at sleppa frá. Joen Magnus hevur áður verið løgtingsgrannskoðari. Hann var næstformaður í valskeiðnum 2011-2015.

Hinir løgtingsgrannskoðararnir eru Jónleif Johannesen, sum er formaður, Óluva Klettskarð, næstformaður, og Magnus Rasmussen.