Ársfrágreiðing fyri 2016 latin løgtingsgrannskoðarunum


Tann 04. september 2017

Landsgrannskoðanin hevur latið  løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2016. Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini.

Løgtingsgrannskoðararnir byggja sínar niðurstøður á ársfrágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini. Saman við sínum viðmerkingum leggja løgtingsgrannskoðararnir landsroknskapin sum uppskot til samtyktar fyri Løgtingið í seinasta lagi 31. oktober 2017.

Innihaldsliga er ársfrágreiðingin býtt eftir greinunum í landsroknskapinum 2016, sum fíggjarlógin er uppsett eftir.