Grønlendska grannskoðaranevndin í Føroyum


Tann 14. september 2017

Grannskoðaranevndin hjá Landstinginum í Grønlandi hevur vitjað í Føroyum. Mikudagin 13. september vóru tey hjá Landsgrannskoðanini har tey vórðu kunnað um, hvussu almenna grannskoðanin í Føroyum er skipað og um hvussu Landsgrannskoðanin arbeiðir. Tey vóru eisini í Løgtinginum, har tey hittu løgtingsgrannskoðararnar og tosaðu um hvussu føroysku løgtingsgrannskoðararnir skipa sítt arbeiði.

Við frá grønlendsku nevndini vóru Anthon Frederiksen, sum er formaður, Michael Rosing, næstformaður, Villy Olsvig, Debora Kleist, Hans Aronsen og Frederik Schmidt, nevndarskrivari

Føroysku løgtingsgrannskoðararnir eru Jónleif Johannesen, sum er formaður, Óluva Klettskarð, næstformaður, Joen Magnus Rasmussen og Magnus Rasmussen.