Søkt verður eftir grannskoðara í tíðaravmarkað starv


Tann 02. februar 2016

Fyri ein av okkara grannskoðarum, sum fer í farloyvi, søkja vit eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, og starvstíðin er til 31. desember 2016.

Arbeiðið á Landsgrannskoðanini er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt og fevnir um at grannskoða almennar stovnar og skipanir.

Ynskiligt er at avloysarin hevur hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap ella aðra viðkomandi útbúgving, og dugir væl at skriva, serliga á føroyskum.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmála­ráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Landsgrannskoðanina
Traðagøta 43
Postrúm 2053
165 Argir

ella í telduposti til: postur@lg.fo 

Freistin at søkja starvið er 16. februar 2016. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.