Ársfrágreiðing fyri 2017 er latin løgtingsgrannskoðarunum


Tann 10. september 2018

Landsgrannskoðanin hevur latið  løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2017. Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini.

Løgtingsgrannskoðararnir byggja sínar niðurstøður á ársfrágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini. Saman við sínum viðmerkingum leggja løgtingsgrannskoðararnir landsroknskapin sum uppskot til samtyktar fyri Løgtingið í seinasta lagi 30. november 2018.

Innihaldsliga er ársfrágreiðingin býtt eftir greinunum í landsroknskapinum 2017, sum fíggjarlógin er uppsett eftir.