Norðurlendskar grannskoðaranevndir í Helsinki


Tann 04. februar 2019

Hósdagin og fríggjadagin vóru løgtingsgrannskoðararnir á fundi í Helsinki saman við grannskoðarum úr hinum Norðurlondunum. Finska grannskoðaranevndin skipaði fyri. Fundurin byrjaði við einari framløgu, har norðurlendsku parlamentarisku grannskoðanarskipanirnar vórðu samanbornar. Síðani vórðu fleiri áhugaverd evni innan parlamentariska grannskoðan umrødd, eitt nú leikluturin hjá grannskoðarunum og sambandið við aðrar nevndir, parlament og onnur, umframt talgilding av tí almenna.

 

Á myndini síggjast føroysku løgtingsgrannskoðararnar saman við luttakarunum úr Finlandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi og Grønlandi.