Ársfrágreiðing fyri 2015 latin løgtingsgrannskoðarunum
Tann 05. september 2016
Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2015. Ársfrágreiðingin kann takast niður á www.lg.fo.
Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini.
Løgtingsgrannskoðararnir byggja sínar niðurstøður á ársfrágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini. Saman við sínum viðmerkingum leggja løgtingsgrannskoðararnir landsroknskapin sum uppskot til samtyktar fyri Løgtingið.
Innihaldsliga er ársfrágreiðingin býtt eftir greinunum í landsroknskapinum 2015, sum fíggjarlógin er uppsett eftir.
Til ber at tekna seg á www.lg.fo til móttøku av regluligum tíðindabrøvum, sum stovnurin sendir út.