Ársfrágreiðing fyri 2019 er latin løgtingsgrannskoðarunum


Tann 09. september 2020

Landsgrannskoðanin hevur latið  løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2019. Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt ígjøgnum árið. Innihaldsliga er ársfrágreiðingin ein gjøgnumgongd av teimum høvuðskontum, sum eru samtyktar í fíggjarlógini fyri 2019. Frágreiðingin er sett upp eftir sama greinabýti sum landsroknskapurin.

Løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapin 2019 fyri Løgtingið saman við sínum viðmerkingum í seinasta lagi 30. november 2020.