Ársfrágreiðing fyri 2022 er latin løgtingsgrannskoðarunum


Tann 13. september 2023

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2022. Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt ígjøgnum árið. Innihaldsliga er ársfrágreiðingin ein gjøgnumgongd av teimum høvuðskontum, sum eru samtyktar í fíggjarlógini fyri 2022. Frágreiðingin er sett upp eftir sama greinabýti sum landsroknskapurin.

Løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapin 2022 fyri Løgtingið saman við sínum viðmerkingum í seinasta lagi 30. november 2023.