Endamál
 

Endamálið við varskógvaraskipanini er at:

  • Tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi og ólógliga fyrisiting o.a. í fyrisitingini.
  • Stuðla og veita størri opinleika og gjøgnumskygni í fyrisitingini.
  • Verja og styrkja rættindini hjá starvsfólkum í almennum starvi.
  • Tryggja, at upplýsingar, ið verða latnar um varskógvaraskipanina, á uppbyggjandi hátt verða nýttar til at fyribyrgja og forða fyri lógarbrotum og skeivari fyrisiting

Varskógvaraskipanin skal tryggja, at boðað verður frá óregluligum viðurskiftum, soleiðis at almennir myndugleikar kunnu fáa viðurskiftini í rættlag, og at tey, ið hava ábyrgd av óreglusemi koma undir ábyrgd.

Varskógvaraskipanin kemur ikki í staðin fyri tær reglur og mannagongdir, sum frammanundan eru galdandi fyri almenna fyrisiting. Skipanin er eitt ískoyti til beinleiðis og daglig samskifti á arbeiðsplássum um feilir og vansketni v.m. Starvsfólk eiga tískil í fyrstu atløgu at venda sær til sín leiðara ella álitisfólk við viðurskiftunum, og tey, ið eru fevnd av lógarásettari fráboðanarskyldu, eiga at fylgja ásetingunum í lógarásettu fráboðanarskylduni.