Ársfrágreiðing fyri 2025 er latin løgtings-grannskoðarunum


Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2025. Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt ígjøgnum árið. Innihaldsliga er ársfrágreiðingin ein gjøgnumgongd av teimum høvuðskontum, sum eru samtyktar í fíggjarlógini fyri 2025. Løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapin 2025 fyri Løgtingið saman við sínum viðmerkingum í seinasta lagi 30. november 2026.