Landsgrannskoðarin
1. januar 2008 tók Beinta Dam við sum landsgrannskoðari.
Tað er Formansskapur Løgtingsins, ið tilnevnir ein landsgrannskoðara at standa fyri roknskapargrannskoðanini. Landsgrannskoðarin er óheftur í virki sínum, og setir sjálvur síni starvsfólk.
Landsgrannskoðarin stuðlar løgtingsgrannskoðarunum í arbeiði teirra, og virkar eisini sum skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Áðrenn Beinta Dam gjørdist landsgrannskoðari, hevur hon royndir frá hesum størvum:
- Grannskoðari á Landsgrannskoðanini 1996-2007
- Marknaðardeildin og Organisatiónsdeildin í Føroya Banka, 1991-1996
- Skrivstovufólk á Tórshavnar Skipasmiðju 1981-1984
Beinta Dam, sum er fødd 17. mars 1960, hevur hesar útbúgvingar:
- Cand.merc.aud. frá Copenhagen Business School í 2007
- HA, Copenhagen Business School, 1991
- Hægri Handilsskúli, Tietgenskolen, 1987
- Skrivstovuútbúgving, Tórshavnar Skipasmiðja, 1981
Beinta Dam er gift við Hans Christiani Dam og saman eiga tey trý børn