Ársfrágreiðingar

Á hvørjum ári letur Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing sína í sambandi við, at løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapin fyri Løgtingið til samtyktar. Fremst í flestu frágreiðingum er eitt brot, sum er av almennum slagi. Síðani verður tikið samanum úrslitið av grannskoðanini fyri hvørt málsøki sær.

Frágreiðingarnar verða lagdar til viðmerkingar fyri tey landsstýrisfólk, sum umsita avvarðandi øki. Niðanfyri eru allar ársfrágreiðingar tøkar aftur til 1989-91.

Yvirlit yvir aðrar frágreiðingar liggur undir "Frágreiðingar" omanfyri.