Roknskaparlógin

Á hvørjum ári áðrenn juni mánaði er farin afturum, leggur landsstýrið fyri Løgtingið tann samlaða landsroknskapin fyri undanfarna fíggjarár. Landsroknskapurin skal í uppsetingini fylgja fíggjar- og eykajáttannarlógum fyri árið, sum talan er um, og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins fyri farna fíggjarár. Somuleiðis ogn og skuld landsins og broytingunum hesum viðvíkjandi í árinum.

Roknskaparlógin kann lesast her.

Sí roknskaparskipan og kontuskipan landsins undir Gjaldstovuni her.