Játtan til Landsgrannskoðanina
Reglur fyri grannskoðan av landsroknskapinum v.m. eru ásettar í løgtingslóg nr. 25 frá 21. apríl 1999. Játtanin til Landsgrannskoðanina er á høvuðskontu 1.10.2.01.
Um arbeiðið hjá Landsgrannskoðanini er annars at siga, at stovnurin hevur til endamáls at grannskoða landsroknskapin, sum fevnir um inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini, umframt ogn og skuld landskassans. Sambært § 8, stk. 2, skal Landsgrannskoðanin kanna, um tey í § 4, stk. 2 og 3, nevndu krøv til roknskapin eru hildin, og harumframt skal grannskoðanin regluliga kanna, um roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar.
Umframt grannskoðan av um roknskapurin er uppsettur í samsvari við galdandi bókhalds- og roknskaparreglur, og um stovnurin hevur hildið galdandi játtanarreglur og aðrar lógir og reglur á økinum, skal grannskoðanin eisini fevna um "vanliga fyrisitingargrannskoðan".
Landsgrannskoðanin er í ávísan mun við í arbeiði, ella ummælir reglur og ásetingar viðvíkjandi eftirlits-, grannskoðanar-, játtanar- og roknskaparviðurskiftum. Harumframt fyrireikar og avgreiðir Landgrannskoðanin mál vegna løgtingsgrannskoðararnar.