Hvørji rættindi hava starvsfólk, ið lata inn upplýsingar til varskógvaraskipanina
 

Starvsfólk í almennu fyrisitingini hava rætt til í góðvarni at boða frá óreglusemi í fyrisitingini uttan at óttast, at tað fær starvsrættarligar avleiðingar. Starvsfólk, ið lata inn upplýsingar til varskógvaraskipanina, verða kunnað um, hvussu Landsgrannskoðanin viðger upplýsingarnar, og nær og hvar upplýsingarnar verða latnar víðari.

Starvsfólk velur sjálvt, um tað vil verða kunnað um, hvussu málið verður viðgjørt og endað. Tann kunningin kann verða avmarkað av tagnarskylduni.

Navnið á starvsfólki, ið varskógvar, verður viðgjørt í trúnaði, og verður ikki sent øðrum myndugleika. Til ber ikki at fáa innlit í viðgerðir og mál hjá Landsgrannskoðanini.

Um eitt mál ikki verður latið víðari til kanningar, tí tað verður mett ikki at vera fevnt av lógini, ella ikki er týðandi, skal Landsgrannskoðanin kunna starvsfólkið, sum hevur boðað frá, um, at málið verður ikki viðgjørt. Landsgrannskoðanin vegleiðir starvsfólk um aðrar hættir at boða frá umrøddum viðurskiftum, í tann mun tað ber til.

Landsgrannskoðanin og starvsfólk hennara, sum arbeiða við varskógvaraskipanini, hava tagnarskyldu um øll viðurskifti, sum tey fáa kunnleika til um hesa skipan.

Metingar, niðurstøður og ummæli hjá Landsgrannskoðanini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

 

Starvsrættarligar avleiðingar

Starvsfólk, sum í góðvarni boða frá óreglusemi o.t. til leiðsluna, og starvsfólk, ið lata inn upplýsingar til varskógvaraskipanina, eru vard ímóti starvsrættarligum avleiðingum.

Um starvsfólk boðar frá til varskógvaraskipanina, at tað hevur verið fyri neiligum starvsrættarligum avleiðingum fyri í góðvarni at boða frá óregluligum viðurskiftum o.t., skal Landsgrannskoðanin altíð lata avvarðandi aðalstjóra upplýsingarnar.

Er starvsfólkið kortini fyri neiligum starvsrættarligum avleiðingum, verður málið viðgjørt eftir vanligum reglum, herímillum reglunum um endurgjald fyri ógrundaða uppsøgn.