Hvørji rættindi hava persónar, ið upplýsingarnar
snúgva seg um
Upplýsingar, kanningar og onnur viðgerð skal handfarast og viðgerast eftir reglunum í fyrisitingarlógini og persónsupplýsingarlógini.
Landsgrannskoðanin tekur ímóti og viðger fráboðanir. Landsgrannskoðanin kannar ikki mál, men letur avvarðandi aðalstjóra upplýsingarnar, ið eru fevndar av varskógvaraskipanini. Upplýsingar og viðurskifti, ið ikki viðvíkja teimum í varskógvaralógini fevndu viðurskiftum, ella sum ikki eru týðandi, verða ikki latnar avvarðandi aðalstjóra. Tað er fyri at tryggja, at bert upplýsingar, ið eru fevndar av lógini og endamálinum við lógini, verða latnar víðari, og at starvsfólk kunnu kenna seg trygg um, at skipanin verður fyrisitin á rættan hátt.
Tá ið mál er latið avvarðandi aðalstjóra, setir hann kanning í verk. Tá ið aðalstjóri hevur sett kanning í verk, og verður málið veruleikaviðgjørt, skal hann kunna tann, hvørs viðurskifti verða kannað, um, hvat málið snýr seg um, og hvussu málið verður kannað. Við hesum ber til at tryggja, at tann, ið boðað verður frá um, verður kunnaður um málið og tær upplýsingar, ið eru í málinum. Viðkomandi verður tó ikki kunnaður um, hvør tað er, ið hevur varskógvað. Tann, ið boðað verður frá um, fær møguleika, eftir fyrisitingarlógini, at gera viðmerkingar til málið.
Til ber ikki at fáa innlit í viðgerð av ella upplýsingar um mál, latin varskógvaraskipanini, herundir persónsupplýsingar. Landsgrannskoðanin og starvsfólk hennara, sum arbeiða við varskógvaraskipanini, hava tagnarskyldu um øll viðurskifti, tey fáa kunnleika til um hesa skipan.