Hvørjar upplýsingar eru fevndar av varskógvaraskipanini
 

Varskógvaraskipanin skal einans viðgera álvarslig og týðandi viðurskifti. Fyri hvørja fráboðan verður gjørd ein meting av, um talan er um viðurskifti, ið eru fevnd av varskógvaralógini, hvussu grov viðurskiftini eru, og av møguleikunum fyri at skjalprógva fráboðaðu viðurskiftini. Viðurskiftini skulu harafturat vera fráboðað í góðvarni.

Viðurskifti, ið eru fevnd av varskógvaraskipanini, eru:

  • Týðandi og álvarsom brot.
  • Grovir feilir ella vansketni.
  • Týðandi feilir, óreglusemi ella vansketni, sum henda regluliga.
  • Týðandi feilir, afturvendandi feilir, óreglusemi og vansketni í málsviðgerð, fyrisiting og borgaraavgreiðslu.
  • Týðandi brot á innanhýsis mannagongdir og rundskriv.

Mál, ið kunnu fráboðast um varskógvaraskipanina, eru í fyrsta lagi mál, sum viðvíkja málsviðgerð, fyrisiting og borgaraavgreiðslu.

Dømi um mál, ið kunnu fráboðast um varskógvaraskipanina:

  • At skeivar ella villleiðandi upplýsingar tilvitað verða latnar øðrum myndugleikum ella borgarum
  • At eitt mál tilvitað verður viðgjørt skeivt
  • At grundarlagið undir eini avgerð tilvitað ikki er upplýst til fulnar
  • At ósaklig fyrilit eru í málsviðgerð
  • Mál um revisverd viðurskifti, t.d. brot á tagnarskyldu, fíggjarmisnýtslu, stuldur, svik, fíggjarundandrátt, mutur, valdsmisnýtslu og harðskap.
  • Mál um korruptión, nepotismu, mutur, skjalafalsan, svik, fíggjarundandrátt, óreglulig viðurskifti í sambandi við bókhald og grannskoðan, harðskap og kynsligan ágang
  • At grundaður illgruni er um, at landsins løgfrøðiligu skyldur verða skúgvaðar til viks
  • Mál um neiligar starvsrættarligar avleiðingar av at boða frá óregluligum viðurskiftum, annaðhvørt boðað hevur verið frá til leiðara ella til varskógvaraskipanina

 Varskógvaraskipanin fevnir ikki um:

  • Smærri ella minni týðandi feilir, eitt nú, at ein fyrisitingarligur myndugleiki ger einstakan feil t.d. við atliti at útgjaldi, sum av røttum átti at verðið steðgað ella við atliti at starvsfólki, sum ofta er burturi frá arbeiði
  • Ónøgd við løn, arbeiðstíð ella arbeiðsgevara
  • Dugnaloysi hjá leiðslu
  • Fráveru hjá starvsfeløgum
  • Smærri brot á innanhýsis mannagongdir um t.d. royking ella nýtslu av rúsandi løgi
  • Privat brúk av interneti ella telduposti