Hvussu verða fráboðanir viðgjørdar
 

1. Meting av, um viðurskifti eru fevnd av varskógvaraskipanini

Landsgrannskoðanin tekur ímóti og viðger fráboðanir og upplýsingar.

Fyrst metir Landsgrannskoðanin um, um tann, ið boðar frá, er fevndur av varskógvaralógini.

Síðani metir Landsgrannskoðanin um:

  1. Um talan er um viðurskifti, sum eru fevnd av varskógvaraskipanini sambært § 2, stk. 3, nr. 1-4.
  2. Hvussu grov viðurskiftini eru.
  3. Um til ber at skjalprógva fráboðaðu viðurskiftini.

Varskógvaraskipanin fevnir bert um viðurskifti, ið eru fevnd av varskógvaralógini § 2, stk. 3, nr. 1-4, og sum eru álvarsom og týðandi. Ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.

At skjalprógva upplýsingar merkir í hesum føri, at aðalstjóri, sum skal seta í verk kanning, skal hava rímiligan møguleika fyri at finna ella fáa til vega skjalprógv, t.d. fíggjarskjøl ella málsskjøl.

Mál um neiligar starvsrættarligar avleiðingar av at boða frá óregluligum viðurskiftum, verða altíð latin avvarðandi aðalstjóra til kanningar.

 

2. Fráboðan verður latin aðalstjóra til kanningar

Um fráboðað viðurskifti eru fevnd av varskógvaralógini, letur Landsgrannskoðanin upplýsingarnar til avvarðandi aðalstjóra. Aðalstjórin skal síðani seta í verk, fylgja við og enda eina kanning.

Um upplýsingar snúgva seg um ein aðalstjóra, verða tær latnar løgmansstjóranum at kanna.

Um upplýsingar snúgva seg um løgmansstjóran, verða tær latnar aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum at kanna.

Beinleiðis lógarbrot

Er talan um beinleiðis lógarbrot ella illgruna um lógarbrot, kann Landsgrannskoðanin lata løgregluni/fútanum mál at kanna nærri. 

Persónsupplýsingar

Persónsupplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði, og verða ikki latnar øðrum myndugleikum.

Persónsupplýsingar sambært persónsupplýsingarlógini eru: einhvør upplýsing og meting, knýtt at einum ávísum likamligum persóni.

Til ber ikki at fáa innlit í málini, herundir persónsupplýsingar, ið Landsgrannskoðanin hevur móttikið og viðgjørt.

 

3. Frágreiðing latin Landsgrannskoðanini

Tá ið kanning aðalstjórans er endað, verður frágreiðing um kannaðu viðurskiftini latin Landsgrannskoðanini.

Landsgrannskoðanin ger skrivligt ummæli um málið, og kann koma við tilmælum.

 

4. Ummæli og tilmæli latast aðalstjóranum

Tá ið Landsgrannskoðanin hevur gjørt skrivligt ummæli og/ella tilmæli um málið, verður tað latið avvarðandi aðalstjóra, løgmansstjóranum og aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum.

 

Upplýsingar, ið ikki eru fevndar av varskógvaraskipanini

Er talan um viðurskifti ella upplýsingar, ið ikki eru fevnd av varskógvaraskipanini, verður málið ikki latið víðari til aðalstjóra til kanningar.

Upplýsingar, ið ikki viðvíkja teimum í lógini nevndu viðurskiftum, ella sum ikki eru týðandi, verða vístar aftur.

Starvsfólk, ið hevur boðað frá, verður kunnað um niðurstøðuna hjá Landsgrannskoðanini, og verður, í tann mun tað ber til, vegleitt um aðrar hættir at boða frá umrøddu viðurskiftunum.