Nýggir løgtingsgrannskoðarar
Tann 10. januar 2023
Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið millum limir sínar fýra løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. 5. januar 2023 valdi Løgtingið nýggjar løgtingsgrannskoðarar. Teir eru:
Fyri Javnaðarflokkin Jóhannis Joensen.
Fyri Sambandsflokkin Erhard Joensen.
Fyri Fólkaflokkin Jacob Vestergaard.
Fyri Tjóðveldi Erling Eidesgaard.
Jóhannis Joensen er nýggjur formaður og Erhard Joensen er næstformaður.