Oddfríða útlærd í almennari fyrisiting


Tann 03. september 2025

Fyrsta september 2025 var Oddfríða Weihe liðug at læra á Landsgrannskoðanini. Oddfríða hevur verið í læru í almennari fyrisiting, og fríggjadagin handaði Beinta Dam, landsgrannskoðari, henni lærubrævið.

Endaligu uppgávu sína skrivaði Oddfríða um samskifti, og hon kannaði, í hvønn mun eitt munnligt ískoyti kundi verið virðisskapandi fyri frágreiðingarnar hjá Landsgrannskoðanini – sum annars bert eru skrivligar.

Oddfríða verður í starvi hjá Landsgrannskoðanini til hon byrjar í sínum nýggja starvi. Vit eru sera takksom fyri at hava havt Oddfríðu sum lærling og takka henni fyri tíðina, hon hevur verið hjá okkum.