Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsgrannskoðarar


Tann 21. apríl 2026

Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið fýra løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. Løgtingsgrannskoðararnir, sum vóru valdir í gjár,  eru:

Fróði Magnussen fyri Fólkaflokkin

Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin

Jóhannis Joensen fyri Javnaðarflokkin

Bjørg Brynhildardóttir Egholm fyri Tjóðveldi

Uppgávan hjá løgtingsgrannskoðarunum er m.a. at leggja landsroknskapin fyri Løgtingið, saman við sínum viðmerkingum. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu eisini áleggja Landsgrannskoðanini at gera frágreiðingar um viðurskifti, ið tey vilja hava lýst.

Nýggjur formaður er Fróði Magnussen og næstformaður er Erhard Joensen.