Ársfrágreiðing fyri 2025 er latin løgtings-grannskoðarunum
Tann 16. september 2026
Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2025.
Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt ígjøgnum árið. Innihaldsliga er ársfrágreiðingin ein gjøgnumgongd av teimum høvuðskontum, sum eru samtyktar í fíggjarlógini fyri 2025.
Løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapin 2025 fyri Løgtingið saman við sínum viðmerkingum í seinasta lagi 30. november 2026.
Tíðindi
-
Ársfrágreiðing fyri 2025 er latin løgtings-grannskoðarunum
-
Grannskoðari til Landsgrannskoðanina (tíðaravmarkað starv)
-
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsgrannskoðarar
-
Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrann-skoðarunum frágreiðing um sendistovurnar
-
Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024