Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrann-skoðarunum frágreiðing um sendistovurnar


Tann 06. mars 2026

Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um sendistovurnar.

Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin greinað útreiðslurnar, sum standast av sendistovunum, setanarviðurskifti hjá sendifólkunum og lýst, hvat arbeiðið á sendistovunum inniber.

Ymiskt er, hvørjum sendistovurnar arbeiða við. Á summum sendistovum er arbeiðið bundið at sáttmálunum, sum Føroyar hava við vertslandi, og í øðrum førum er talan um at fáa í lag samband við myndugleikar.

At seta eina sendistovu á stovn er ein politisk avgerð og førir við sær fastar útreiðslur í eitt langt áramál. Tí halda Løgtingsgrannskoðararnir at tað hevur týdning, at landið setir sær mál fyri, hvat arbeiði ein sendistova skal útinna, áðrenn sendistova formliga verður sett á stovn.

Frá at hava havt umboðsstovu í Aberdeen síðani 1950’ini og viðskiftastovu í Keypmannahavn síðani 1970’ini setti Føroya landsstýri fyrstu sendistovuna á stovn í London í 2002. Í dag hava Føroyar átta sendistovur.

Eftirsum ongar treytir, krøv, avtalur ella ítøkiligar ætlanir frammanundan eru settar til innihaldið í virkseminum hjá sendistovunum, ber illa til at siga, um útreiðslurnar standa mát við tað, sum kemur burturúr. Tað liggur eisini nakað symbolskt í at hava sendistovurnar.

Frágreiðingin kann lesast her: Frágreiðing um Sendistovur Føroya