Frágreiðing um landsins keyp av vørum og tænastum


Tann 12. september 2017

Løgtingsgrannskoðararnir hava latið Løgtinginum frágreiðing um landsins keyp av vørum og tænastum, sum Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum.

Í sínum viðmerkingum siga løgtingsgrannskoðararnir,  at samanumtikið vísir kanningin, at almennu stovnarnir hava kunnleika til rundskrivið. Kanningin vísir eisini, at keypsportalurin verður ikki nóg nógv brúktur, og at tilboðsfyrispurningar heldur ikki verða nóg nógv brúktir. Frágreiðingin vísir á, at ongin kennir veruliga ábyrgd av keypsportalinum.

Fíggjarmálaráðið ásannar, at rundskrivið verður ikki hildið, og ætlar at raðfesta økið.

Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at fremja neyðugu stigini til at fáa rundskrivið at virka, soleiðis sum ætlanin var.

Frágreiðingin kann lesast her.