Landsgrannskoðanin søkir eftir skrivstovunæmingi
Landsgrannskoðanin søkir eftir skrivstovunæmingi at byrja 1. september 2023 ella eftir avtalu.
Fyrimunur er at umsøkjarin hevur staðið miðnámsútbúgving, t.d. HH-, students- ella HF-prógv.
Talan er um skrivstovustarv, har tann setti fær útbúgving í almennari fyrisiting. Lærutíðin verður fastløgd eftir hvat prógv umsøkjarin hevur.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:
Landsgrannskoðanina
Traðagøta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella í teldupost til: postur@lg.fo
í seinasta lagi 7. juli 2023. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrannskoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo
LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 “um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.”