Frágreiðing um nýtsluna til byggiverkætlanina "Landssjúkrahúsið, útbygging"


Tann 09. mai 2023

Løgtingsgrannskoðararnir hava latið Løgtinginum frágreiðing um nýtsluna til byggiverkætlanina ”Landssjúkrahúsið, útbygging”, sum Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum.

Frágreiðingin kann lesast her.

 

Í uppskoti til samtyktar mæla løgtingsgrannskoðararnir til, at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.

Í frágreiðingini frá apríl 2023 er staðfest:

  • at verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar,
  • at leiðsla og ábyrgd í sambandi við byggiverkætlanir eru ikki nóg greið,
  • at upplýsingar eru lagdar fyri Løgtingið, sum ikki eru eftirfarandi,
  • at upprunaligar og endurskoðaðar játtanir og kostnaðarmetingar fyri H-bygningin hava ikki hildið,
  • at verkætlanin er seinkað fleiri ár, og hevur ikki hildið upprunaligu og ei heldur endurskoðaðar tíðarætlanir, og
  • at landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitsskyldur.

Uppskotið til samtyktar kann lesast her.