Tíðindaskriv frá løgtingsgrannskoðarunum


Tann 24. mai 2018

Á fundi 23. mai 2018 hava løgtingsgrannskoðararnir aftur viðgjørt málið viðvíkjandi almennum byggiverkætlanum. Talan er um týðandi og aktuelt mál, sum tað hevur tikið alt ov langa tíð at fáa avgreitt.

 

Fleiri uppskot til verklagslógir viðgjørd í vár

Løgtingið hevur í vár viðgjørt fleiri uppskot til verklagslógir. Í tí sambandi hevur Fíggjarnevndin m.a. víst á, at nevndin “ígjøgnum fleiri ár hevur gjørt vart við ymsar manglar viðvíkjandi løgujáttanum, og eisini løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at hesi viðurskifti ikki eru nøktandi. Hóast Fíggjarnevndin tíðum hevur gjørt skiftandi landsstýrismenn varugar við, at reglurnar viðvíkjandi løgujáttanum/verklagslógum ikki eru nøktandi, og landsstýrismenn hava givið Fíggjarnevndini tilsøgn um at fáa hesi viðurskifti betrað, eru fleiri verklagslógir nú, ið avgjørt ikki uppfylla krøvini. Fíggjar­nevndin heldur, at løgmaður átti at tikið hesi viðurskifti við í sínari tíðarætlan um mál, sum hava skund”.

 

Átøk og lógarbroytingar at tryggja byggiverkætlanir
Á vári 2014 løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar, at tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar.

 

Løgtingsgrannskoðararnir vístu m.a. á

  • at byggiverkætlanir eru framdar, uttan at reglurnar um at gera serligar verklagslógir eru hildnar,
  • at peningur er játtaður til byggiverkætlanir uttan nakra neyva útgreining av tørvi og uttan byggiskrá ella væl grundaðan kostnað,
  • at játtanir og kostnaðarmetingar hava ikki hildið,
  • at tíðarætlanir hava ikki hildið, og
  • at leiðsla og ábyrgd hava ikki verið nóg greið. 

Fíggjarnevndin mælti tá - einmælt - Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, og vísti í álitinum á, at nevndin í fleiri umførum hevði gjørt vart við somu trupulleikar.

  

Onki ítøkiligt hent
Løgtingsgrannskoðararnir hava seinasta árið fleiri ferðir spurt løgmann um mál­ið og um, nær hann væntar, at frágreiðingin um átøk og møgulig uppskot til lógar­broytingar fer at verða løgd fyri Løgtingið.

Løgmans­skriv­stovan hevur í februar 2018 boðað løgtingsgrannskoðarunum frá, at løgmaður hevur heitt á landsstýrismannin í sam­ferðslu­málum, sum eisini umsitur byggimálsøkið, um at leggja eina ætlan um, hvussu viðurskiftini kunnu gerast betri umframt at taka upp spurningin um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvørji átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar skulu gerast fyri at tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar.

Løgtingsgrannskoðarnir kunnu bara staðfesta, at hóast atfinningar frá Fíggjarnevndini ígjøgnum fleiri ár og eina greiða løgtingssamtykt frá 2014 um átøk og uppskot til at bøta um viðurskiftini, er onki ítøkiligt hent enn, tíansheldur er nøkur ætlan um, hvussu tað kann gerast.

Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at landsstýrið ikki tekur viðurskiftini í størri álvara.

 

Løgtingsgrannskoðararnir, 23. mai 2018

 

Jónleif Johannesen, formaður

Óluva Klettskarð, næstformaður

Magnus Rasmussen

Joen Magnus Rasmussen