Nýggir løgtingsgrannskoðarar


Tann 17. september 2019

Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið millum limir sínar 4 løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. Starvstíð teirra er valskeiðið hjá tí Løgtingi, sum hevur valt teir.

Í dag hevur Løgtingið valt nýggjar løgtingsgrannskoðarar. Teir, sum eru valdir, eru:

Fyri Fólkaflokkin Uni Rasmussen.
Fyri Sambandsflokkin Rósa Samuelsen.
Fyri Javnaðarflokkin Djóni Nolsøe Joensen.
Fyri Tjóðveldi Beinta Løwe.

Uni Rasmussen er nýggjur formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar.