LANDSGRANNSKOÐANIN søkir eftir avloysara


Tann 22. september 2020

Í sambandi við at ein av okkara grannskoðarum er í farloyvi, er eitt tíðaravmarkað starv leyst at seta so skjótt til ber. Starvstíðin er fyribils til 31. august 2021.

Landsgrannskoðanin grannskoðar almennar stovnar og skipanir, og arbeiðið er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt.

Tann, sum verður settur, skal hava hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata fyrisiting.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Landsgrannskoðanina

Traðagøta 43

Postrúm 2053

165  Argir

ella í telduposti til: postur@lg.fo.

 Freistin at søkja er 9. oktober 2020. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 ”um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.”