Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara í tíðaravmarkað starv
Søkt verður eftir grannskoðara í tíðaravmarkað starv at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, og starvstíðin er 1 ár.
Arbeiðið á Landsgrannskoðanini er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt og fevnir um at grannskoða almennar stovnar og skipanir.
Tann, sum verður settur, skal hava hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata fyrisiting.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:
Landsgrannskoðanina
Traðargøta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella í telduposti til: postur@lg.fo
Freistin av søkja starvið er 2. august 2021. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 ”um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.”