Evnisdagur hjá løgtinginum
Mikudagin 5. februar, skipaði Løgtingið fyri viðkomandi og áhugaverdum evnisdegi, har løgtingsfólk, løgmaður, landsstýrisfólk og embætisfólk vórðu boðin til ein dag við framløgum og orðaskifti um Landsgrannskoðanina og um Barnanna umboðsmann. Høvið var, at tað í mars í fjør vóru 25 ár liðin, síðani Landsgrannskoðanin formliga var skipað sum óheftur stovnur undir Løgtinginum.
Beinta Dam, landsgrannskoðari, greiddi frá um, hvussu Landsgrannskoðanin arbeiðir og kom millum annað inn á hvørjar grannskoðanir stovnurin ger, árshjólið fyri landsroknskapin og mannagongdir. Jóhannis Joensen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, hevði ein framløgu um arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum og kom eisini inn á, at sum samgongupolitikkari kundi ein, sum løgtingsgrannskoðari, eisini koma undir ávíst trýst frá samgongu og andstøðu. Jóhannis Joensen helt eisini, at løgtingsgrannskoðararnir skuldu verið valdir sum tey fyrstu, tá ið nevndarbýti er.
Jacob Vestergaard segði frá sínum royndum sum løgtingsgrannskoðari og landsstýrismaður og kom við fleiri dømum um mál, ið grannskoðanin hevði víst á, sum gjørdi umsitingina betri. Jacob helt eisini, at tey, sum ætlaðu sær eina lívsleið í politikki, áttu at latið seg valt til løgtingsgrannskoðara fyri at fáa betri innlit.
Sirið Stenberg, varaløgkvinna greiddi frá, hvussu stjórnarráðini arbeiða við viðmerkingum frá Landsgrannskoðanini og segði, at viðmerkingarnar frá løgtingsgrannskoðarunum skuldu takast í álvara.
Norðmenninir Arnulf Tverberg, juridisk direktør og Jens Gunvaldsen, revisjonsråd, frá Riksrevisjonen greiddu frá at lógin um Ríkisgrannskoðanina var endurskoðað.
Gitte Korff, fhv. sekretariatschef, Statsrevisorerne úr Danmark lutttók við einari framløgu um ”De nordiske revisionsordninger – ligheder og forskelle”. Hon segði m.a. at:
“Færøerne skal roses for - særligt som mindre land – at prioritere og være i stand til at realisere en statslig revisionsordning på højt niveau. Der er de nødvendige kompetencer.”
Eftir framløgur og spurningar var pallborðsorðaskifti við Beintu Dam, landsgrannskoðara, Jacob Vestergaard og Erlingi Eidesgaard, løgtingsgrannskoðarum og Sirið Stenberg, varaløgkvinnu.
Samanumtikið ein frálíkur dagur við íblástri, sum var væl fyriskipaður av Løgtinginum.