Ársfrágreiðing fyri 2020 er latin løgtingsgrannskoðarunum
Tann 16. september 2021
Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2020. Ársfrágreiðingin kann lesast her.
Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt ígjøgnum árið. Innihaldsliga er ársfrágreiðingin ein gjøgnumgongd av teimum høvuðskontum, sum eru samtyktar í fíggjarlógini fyri 2020. Frágreiðingin er sett upp eftir sama greinabýti sum landsroknskapurin.
Løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapin 2020 fyri Løgtingið saman við sínum viðmerkingum í seinasta lagi 30. november 2021.