Landsroknskapurin fyri 2023 lagdur fyri løgtingið
Tann 29. november 2024
Í seinasta lagi 11 mánaðir aftaná, at fíggjarárið er liðið, skulu løgtingsgrannskoðararnir leggja fyri løgtingið uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin.
Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið landsroknskapin fyri 2023, og við støði í frágreiðingum frá Landsgrannskoðanini og privatum grannskoðarum hava teir gjørt sínar viðmerkingar til roknskapin.
Løgtingsgrannskoðararnir mæla løgtinginum til at samtykkja landsroknskapin fyri 2023.
Uppskotið kann lesast her.
Tíðindi
-
Ársfrágreiðing fyri 2025 er latin løgtings-grannskoðarunum
-
Grannskoðari til Landsgrannskoðanina (tíðaravmarkað starv)
-
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsgrannskoðarar
-
Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrann-skoðarunum frágreiðing um sendistovurnar
-
Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024