Søkt verður eftir grannskoðara í tíðaravmarkað starv


Tann 05. september 2017

Fyri ein av okkara grannskoðarum, sum fer í farloyvi, søkja vit eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, og starvstíðin er til 31. oktober 2018. Aftaná starvstíðina sum avloysari, kann talan verða um eitt fast starv.

Arbeiðið á Landsgrannskoðanini er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt og fevnir um at grannskoða almennar stovnar og skipanir.

Ynskiligt er, at avloysarin hevur hægri útbúgving innan grannskoðan, hevur royndir sum grannskoðari og dugir væl at skriva, serliga á føroyskum.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Landsgrannskoðanina

Traðagøta 43

Postrúm 2053

165 Argir

ella í telduposti til: postur@lg.fo

 

Freistin at søkja starvið er 1. oktober 2017. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.