Ársfrágreiðing fyri 2018 er latin løgtingsgrannskoðarunum


Tann 08. oktober 2019

Landsgrannskoðanin hevur latið  løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2018. Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini.

Løgtingsgrannskoðararnir byggja sínar niðurstøður á ársfrágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini. Saman við sínum viðmerkingum leggja løgtingsgrannskoðararnir landsroknskapin sum uppskot til samtyktar fyri Løgtingið í seinasta lagi 30. november 2019.

Innihaldsliga er ársfrágreiðingin býtt eftir greinunum í landsroknskapinum 2018, sum fíggjarlógin er uppsett eftir.