Felags norðurlendskar avbjóðingar av at veita talgildar tænastur til íverksetar


Tann 04. desember 2019

Føroyar, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki eru í holt við at menna tilgongdina og gera tað einfaldari at stovna virki við at brúka talgildar tænastur. Í einari felagsfrágreiðing hava norðurlendsku ríkigrannskoðanirnar funnið fram til, at nógv er eftir at gera, áðrenn komið er á mál.
 

Fleiri av norðurlendsku londunum hava ynskt at fáa arbeiðsgondina, at stovna eitt virki, einfaldari, til tess at betra kappingarførið og skapa umstøður fyri at fáa fleiri fyritøkur. At taldgilda tænastur hjá avvarandi stovnum verður sæð sum eitt týdningarmikið amboð.

Lands- og ríkisgrannskoðanirnar í luttakandi londunum hava gjørt eina parallella gjøgnumgongd av, hvussu íverksetarar verða stuðlaðir talgilt. Matstovuvinnan varð vald sum case til kanningin, tí hon er  ein vakstrarvinna undir nógvum krøvum, og hevur eitt umfatandi samband við bæði kommunalar myndugleikar og landsmyndugleikar, tá ið virksemi skal byrjast.

Felagsfrágreiðingin er nú almannakunngjørd, og vísir m. a, at flestu luttakandi londini eru væl við samanborið við evropisku londini, tá ið um talgilding ræður. Nógv er enn eftir at gera, áðrenn til ber at siga, at tað við talgilding er vorðið einfalt at byrja eitt virksemi.

Frágreiðingin vísir, at tað enn er ein avbjóðing fyri íverksetar at fáa eina samlaða mynd av, hvat skal til fyri at byrja eina fyritøku; talgildu tænasturnar eru ikki nóg brúkaravinarligar, og innanhýsis málsgongdirnar hjá myndugleikunum eru ikki nóg effektivt talgildar.

Tað er ymiskt í einstøku londunum, hvørji økir av talgilding treingja mest til at mennast. Hjá summum skulu talgildar tænastur mennast til einfalda skráseting av virkjum, meðan onnur hava brúk fyri framkomnum samvirknum loysnum, sum brúka persónsupplýsingar.

Hóast framsøknar ætlanir hava bæði lands- og kommunalir myndugleikar nógv eftir at gera fyri at fáa málsgongdirnar smidligar og dygdargóðar bæði fyri íverksetarar og hjá sær sjálvum.

Aðrar felags avbjóðingar eru trupulleikar við at skifta upplýsingar ímillum myndugleikar, og at menna talgildar tænastur, sum tveir ella fleiri stovnar eru um.

Felagsfrágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Landsgrannskoðanini www.lg.fo.

 

Landafrágreiðingar, sum longu eru útgivnar:

Finland: Using digitalisation in the public sector processes required for starting business activities

Noreg: Undersøkelse av bruken av digitale løsninger ved etablering av restaurant 

Svøríki: Enklare att starta företag – statliga insatser för en digital process