Frágreiðing um bygging av Sambýlinum á Mýrini
Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um bygging av Sambýlinum á Mýrini. Frágreiðingin kann lesast her.
Landsgrannskoðanin hevur seinastu árini gjørt fleiri frágreiðingar um byggiverkætlanir
landsins og hevur kannað, hví játtanir til verkætlanir ikki halda.
Landsgrannskoðanin hevur valt at kanna nýtsluna av játtanini til Sambýlið á Mýrini í
Hoyvík. Endamálið er at kanna, um bygningurin er tann, sum landið hevur biðið um,
t.v.s. um fyrisettu málini við byggingini eru rokkin, so sum at bygningurin er fullvæl
egnaður til tey, ið skulu búleikast har og tey, ið skulu starvast í bygninginum.
Vit valdu hesa verkætlanina, tí tekin vóru um, at játtaða upphæddin í verklagslógini fór
at halda.
Í frágreiðingini lýsa vit ábyrgdarbýti og mannagongdir í sambandi við byggingina. Fremst í frágreiðingini er ein samlað niðurstøða.