Frágreiðing um fráfaringaravtalur hjá landinum latin løgtingsgrannskoðarunum
Tann 30. oktober 2020
Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um fráfaringaravtalur hjá landinum. Frágreiðingin kann lesast her.
Í frágreiðingini lýsir Landsgrannskoðanin, hvussu stjórnarráð og stovnar umsita fráfaringaravtalur. Landsgrannskoðanin mælir m.a. til at taka Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum við í viðgerðina, tá ið fráfaringaravtalur verða gjørdar og at skjalfesta grundgevingar fyri, hví tey velja at gera fráfaringaravtalur heldur enn at siga starvsfólki upp.
Tíðindi
-
Ársfrágreiðing fyri 2025 er latin løgtings-grannskoðarunum
-
Grannskoðari til Landsgrannskoðanina (tíðaravmarkað starv)
-
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsgrannskoðarar
-
Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrann-skoðarunum frágreiðing um sendistovurnar
-
Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024