Í døgunum 23. til 24. mai 2022 vóru løgtingsgrannskoðararnir á kunningarferð í Danmark.


Tann 30. mai 2022

Mánadagin 23. mai vitjaðu løgtingsgrannskoðararnir donsku Ríkisgrannskoðanina, har tey heilsaðu upp á nýggja ríkisgrannskoðaran, Birgitte Hansen, og vóru kunnaði um samstarvið millum Ríkisgrannskoðanina og statsrevisorarnar. Eisini greiddu starvsfólk hjá Ríkisgrannskoðanini frá ymiskum áhugaverdum frágreiðingum, sum grannskoðanin hevur latið statsrevisorunum.

Seinnapartin vóru løgtingsgrannskoðararnir á Norðuratlansbryggjuni, har tey hittu Jóannes V. Hansen, sendimann, sum vísti teimum runt og kunnaði um arbeiðið hjá Sendistovuni í Keypmannahavn.

Týsdagin 24. mai vitjaðu løgtingsgrannskoðararnir á Christiansborg, har tey hittu statsrevisorarnar og tosaðu um hvussu donsku statsrevisorarnir skipa sítt arbeiði, og hvør munur er á uppgávunum hjá føroysku løgtingsgrannskoðarunum og teimum donsku.

Á Christiansborg var eisini heilsað upp á føroysku fólkatingsumboðini, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale.

Løgtingsgrannskoðararnir eru Jacob Vestergaard, formaður, Djóni Nolsøe Joensen, næstformaður, Rósa Samuelsen og Beinta Løwe Jacobsen.